Tað er nakað av vindi kring alt landið og júst nú siga mátararnir hjá Landsverki, at tað eru upp til 33 m/s, og tað er á Oyndarfjarðarvegnum. Á Gjáarskari er upp í 28 m/s og á Høgareyni upp í 26 m/s.
Tað er somuleiðis fitt av vindi á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. Har siga mátararnir upp í 30 m/s í morgun. Á Fámjinsvegnum eru upp í 26 m/s og á Porkerishálsi upp í 30 m/s.
Somuleiðis sigur Landsverk um koyrilíkindini, at tað er hált á Oyggjarvegnum og á Brekkuni Stóru á Sandi. Les veðurtíðindini við at trýsta her










