Veðrið ávirkar virksemi hjá Strandferðsluni í morgun.
Fyri veður eru leið 100 og 300 fyribils givnar at koyra. Tað eru bussleiðirnar millum Havnina og Vestmanna og Havnina og flogvøllin.
Klokkan 10.50 koyrdi seinasti bussurin millum Havnina og Gomlurætt og túrurin millum Havnina og Klaksvíkinga verður fluttur frá klokkan 10.40 til klokkan 10.00.
Eisini Nólsoyarleiðin er ávirkað. Tveir túrar eru avlýstir seinnapartin, men siglt verður av Havnini klokkan 12.30 og aftur klokkan 22.00.
Veðurmátingarnar hjá Landsverki vísa, at tað er upp í 28 m/s á Mykinesi nú, meðan Porkerishálsur mátar tað sama. Gjáarskarður sigur frá 32 m/s.
Kring alt landið er nógvur vindur og hálka. Seinnapartin veksur hann vindin, men í kvøld verður frægari.
Myndina eigur Ingi Sørensen.










