Hóast veðrið er blivið nakað frægari enn fyrr í dag, so er framvegis nógvur vindur kring landið. Landsverk heitir tí í kvøld á varsemi í ferðsluni.
Á Porkerishálsi eru 31 m/s í kvøld, meðan tað eru 28 m/s á Fámjinsvegnum. Á Sandavágshálsi eru 27 m/s, meðan tað eru upp í 25 m/s í Kaldbaksbotni og á Høgareyni.
Tað eru 25 m/s á Gjáarskarði og 21 m/s á Kambsdali og í Gøtueiði. Landsverk sigur tí, at koyrilíkindini eru ivasom á hesum støðum. Seinni í vikuni fáa vit aftur storm, sigur DMI. Les meira um veðrið hesa vikuna, við at trýsta her









