- Upp í 30 m/s

Mátararnir hjá Landsverki siga frá nógvum vindi ymsa staðni í landinum.

Mátararnir hjá Landsverki siga nú seinnapartin, at tað er nógvur vindur og tað serstakliga í Suðuroynni, har tað er upp í 30 m/s í hvirlunum á Fámjinsvegnum og á Porkerishálsi. 

 

 

Somuleiðis nærkast 30 m/s á Norðradalsskari, meðan tað eru upp í 25 m/s við Velbastaðháls. Á Kambsdali, á Gjáarskarði og á Oyndfjarðarvegnum er somuleiðis fitt av vindi - upp í 25 m/s. 

 

 

Les meira um veðrið í dag og komandi dagarnar við at trýsta her