Landsverk hevur mált millum 17 og 29 M/S í kvøld.
Landsverk hevur mált millum 17 og 29 M/S í kvøld. Tað var á Porkerishálsi klokkan 19:47 í kvøld.
Eisini aðrastaðni er vindferðin høg.
Á Ørðaskarði máldi mátarin hjá Landsverk klokkan 19:49 millum 15 og 28 M/S. Í Mykinesi var millum 13 og 18 M/S klokkan 19:55, og á Høgareyni millum 14 og 21 M/S klokkan 19:48.
Sum heild er nakað av vindi kring landið í kvøld.










