Lágtrýstini og brúgvaløgini standa enn í røð í Atlantshavinum og geva skiftandi heystveður komandi dagarnar.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, og sólglottar. Seinnapartin øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 12 til 17 m/s. Sum frá líður dregur hann saman um og tað fer at regna. Hitin millum 8 og 11 stig. Í kvøld verður eitt stutt skifti upp í 20 m/s, og harðar hvirlur, 25 til 28 m/s og regn. Í nátt snarar hann vestur um í ein útsynningi og makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Hann klárar nakað í, men okkurt æl kemur tó. Hitin millum 5 og 10 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp upp skrið av útsynningi, 12 til 20 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður og hitin um 10 stig. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Framvegis ælaveður og hitin millum 5 og 10 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, út á dagin lækkar í ein sunnan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Sólglottar og okkurt æl og hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn, men út á náttina klárar nakað í, men kortini ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, seinni hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 28 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, sum frá líður makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men ælaveður og hitin um 10 stig. Um náttina makar hann vindin í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt, yvirhøvur skýggjað og hitin millum 3 og 8 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av eystri ella landnyrðingi, 2 til 7 m/s Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn. Hitin millum 4 og 9 stig.