Upp í 1700 pund á snellu

Hetta er tíðin, tá toskur kemur inn á Norðhavið at gýta, og hetta er soleiðis eisini tíðin, tá útróðrarmenn og aðrir, sum royna við snellu um várarnar, plaga at liggja fram við norðanfyri.

Tá Portalurin var ein túr á Eiði seinnapartin í gjár, søgdu útróðrarmenn, sum vit hittu á bryggjuni, at fleiri bátar og útróðrarmenn eru komnir til Eiðis seinastu dagarnar.

Sum vanligt hevur verið í fleiri ár, eru eisini fleiri bátar úr Suðuroy komnir norður at royna eftir várfiski. Bara hesa løtu, sum Portalurin steðgaði á Eiði, komu einir 3-4 bátar norður gjøgnum Sundalagið og stevndu inn í bátahylin á Eiði.

- Bátar hava verið úti, tá tað hevur viðrað og teir bestu dagarnar, sum vit hava hoyrt um higartil, hava bátar fingið upp í eini 1700 pund ein snelludag, søgdu útróðrarmenn, sum vit hittu á bryggjuni á Eiði seinnapartin í gjár.