Eitt hátrýst, beint eystan fyri Ísland, fer spakuliga í ein eystan, meðan eitt lágtrýst sunnan fyri Grønland ferðast skjótt í ein eystan. Hetta gevur eitt rák av kaldari luft and landnyrðingi og eystri. Seinni í vikuni koma fleiri brúgvalag inn yvir oyggjarnar av suðri og tað verður lýggjari.
Veðrið í dag.
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum i nátt lækkar í ein eystan. Alt samdøgrið turt og samdrigið ella skýggjað. Hitin millum 1 og 5 stig, í nátt niður í 2 kuldastig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Skýggjað og okkurt lítið æl av og á. Hitin millum 3 og 6 stig, í nátt millum 0 og 5 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og út á dagin sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig.
Mikudagin
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, út á dagin í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og sum frá líður regn av og á. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 10 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.










