Upp í 10.000 pund í bót fyri brot á koronureglur

Bretska stjórnin herðir átøkini móti smittuspjaðingini

Bretska stjórnin hevur boðað frá, at frá 28. september ferð stjórnin at geva bøtur á upp til 10.000 pund til teirra, ið ikki yvirhalda sóttarhald, um sóttarhald verður kravt av teimum.

Koronusmittan ger av álvara um seg aftur í Onglandi, og í einari roynd at tálma smittuspjaðingini ætlar stjórnin tí at revsa tey, ið ikki yvirhalda tær leiðreglur, ið stjórnin hevur ásett.

Fleiri enskir miðlar skriva, at bøturnar byrja á 1.000 pundum, ið er um 8.000 danskar krónur, men tey, sum ferð eftir ferð bróta leiðreglurnar ella bróta leiðreglurnar við grovum ósketni, kann bótin vaksa upp í 10.000 pund - um 80.000 krónur.

Samstundis hevur stjórnin eisini boðað frá, at 500 pund verða latin lágløntum, ið verða sett í sóttarhald, og sum ikki kunnu arbeiða heimanifrá.

Í fleiri partum av Onglandi er koronusmittan vorðin staðbundin sjúka, tí tey lágløntu hava ikki ráð at fara í sóttarhald, tí tey hava ikki møguleikan at arbeiða heimanifrá. Úrslitið hevur verið, at smittað fólk hava verið noydd at fara til arbeiðis, og smittan hevur sostatt fingið fastatøkur í partum av samfelagnum.