UPDATE: Gestir, The Story Ends & Boys In a Band í annaðkvøld

So kom ein bólkur afturat skránni til konsertina hjá Gestir og The Story Ends í Margarinfabrikkini í annaðkvøld - og tað eru eingir aðrir enn kúllarnir í Boys In A Band.
Konsertin verður sostatt bert enn stuttligari og meir forkunnug, enn áður nevnt. Sterkari enn Samson.

 

Konsertin byrjar klokkan tjúgu, og kostnaður er enn ein hálvur hundur (av løgfrøðisligum ávum skulu vit upplýsa, at vit taka bert ímóti hálvtrýsskrónuseðlum og ikki sagaðum húsdýrum).

 

Tað er bara eitt at gera! Tað ER bara eitt at gera!

 

Margarinfabrikkin, fríggjakvøld fimmogtjúgunda apríl kl tjúgu, kostnaður ein hálvur hundur!