Politisk ungmannafeløg og áhugabólkar úr øllum Norðurlondum, hava um vikuskiftið savnast í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík, har árliga aðalfundurin hjá Norðurlendska Ungmannaráðnum, UNR, hevur verið hildin.
Á fundinum skuldu fundarluttakararnir millum annað taka støðu til eitt felagsuppskot frá seks av føroysku ungmannafeløgunum, Unga Tjóðveldið, HUXA, Framsøkin Ung, Ung fyri Miðflokkin, Sosialistisk Ung og Unga Samband, har heitt varð á aðalfundin, um at viðurkenna rættin hjá føroyingum at drepa grind.
Frammanundan fundin vóru føroyska ungmannafeløgini sannførd um, at tað fór at eydnast at vinna undirtøku fyri uppskotinum, og tá atkvøðast skuldi um uppskotið, vísti tað seg eisini, at stór undirtøka var fyri at staðfesta rættin hjá føroyingum at drepa grind.
Nú tá uppskotið er samtykt av aðalfundinum hjá Norðurlendska Ungmannaráðnum, verður tað lagt fyri Norðurlandaráðið, ið skal viðgera málið av nýggjum.