?Unplugged? countrykvøld verður í Reinsarínum leygarkvøldið

Luttakandi bólkarnir eru Hallur Joensen, ?4? og Martin Joensen Eitt serstakt country-tónleikatiltak verður í Reinsarínum í Tórsgøtu leygarkvøldið. Talan er um eitt sokallað ?unplugged? countrykvøld. Teir, ið koma at taka lut á tiltakinum verða Hallur Joensen, bólkurin ?4? og Martin Joensen. Atgongumerki á 150 kr. fáast við dyrnar ein tíma, áðrenn konsertin byrjar. Konsertin í Reinsarínum byrjar leygarkvøldið kl. 21.30.