Unnustan: Í dag var Pál framúr glaður

(Ljóðbrot) Malan Bærendtsen staðfestir, at í dag vísti Pál Joensen kenslurnar aftaná megnaravrikið

Í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld varð prátað við unnustuna hjá Páli Joensen, Maluna Bærendtsen, sum upplivdi bragdið hjá Páli fyrr í dag, tá Pál vann EM-silvur í stórum stíli á 1.500 metrar frí teininum. Tá vit fingu orðið á Maluna varð Pál langt síðani farin til hvíldar fyri at verða klárur til innleiðandi kappingina í 800 metrum frí í morgin.

 

Malan greiðir frá, at tað er ikki ofta, at Pál vísir so nógvar kenslur, men aftaná minniligi kappingini varð Pál framúr glaður. Malan heldur eisini, at tað var ógvuliga tiltrongt hjá Páli at fáa eitt framúrskarandi úrslit.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Maluna Bærendtsen, sum varð beinleiðis á Rás2 fyrr í kvøld.