Unnustan hjá Samanthu Fox er deyð

60 ára gamla unnustan hjá Samanthu Fox andaðist í dag

Tað er bara hálvurannar mánaði síðani, at Samantha Fox hevði eina ikki alt ov væleydnaða framførslu á Voxbotn.

 

Ta ferðina funnust nógv at framførsluni, men tað er greitt, at nógv hevur staðið á sangarinnuni, sum í 80'unum gjørdist heimskend fyri bæði rødd og útsjónd sína.

 

Myra Stratton gjørdist í 1999 umboðskvinna hjá Samanthu Fox, og síðani 2003 hava tær báðar livað saman í føstum parlagi.

 

Seinastu tvey árini hevur Stratton stríðst móti krabbameini. Ein dyst, sum hon nú hevur tapt.