21 mars hevði ÍSB árligu vár kappingina í borðtennis. Kappingin verður í ár nevnd Hafnia Open, av tí at Hotel Hafnia er ein av høvuðsstuðlunum hjá ÍSB.
Borðtennis spælararnir koma úr feløgunum Svani úr Eysturoynni og Smæruni úr Havn. Tórshavnar- kvøld og ungdómsskúli venur eisini spælarar í borðtennis.
Úrslitini vóru:
Vinnari gjørdist Unn Mortensen úr Smæruni.
Nummar tvey gjørdist Ísak Hansen úr Svani og nummar trý varð Heri Høj úr Smæruni.
Vinnararnir fingu heiðursmerki og Hotel Hafnia læt gávu bræv.









