Fløgan við heldur sermerkta heitinum »Gloymska við Grape« hevur verið rímuliga nógv at hoyrt síðan hon varð givin út tíðliga í hesum árinum. Tað eru tey bæði Unn Paturson og Rógvi á Rógvi, ið standa aftanfyri fløguna og øll løgini á henni, og eitt vælmannað lið av frægum føroyskum tónleikarum hava verið við í upptøkuhølinum.
Á konsert, sum verður í Meiarínum í kvøld klokkan 20, fara Unn Paturson og ein bólkur, sum er samansettur til endamálið, at spæla løg av fløguni. Í bólkinum eru Finnur Hansen, keyboard, Herluf Lützen, guitar, Bjarki Meitil, bass, Brandur Jacobsen, slagverk, Rógvi á Rógvu, trummir og Malan Eyðunsdóttir og Anna Maria Olsen kór.
Hetta farna hálva árið hevur Unn Paturson millum annað havt onkra framførslu í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.