Strandfaraskipið Sam hevur fyri løtu síðan verið á Havnini eftir einum sonevndum stakkara, ið er ein stórur truckur. Sam flytir stakkaran inn til Runavíkar, har hann í fyrsta lagi skal brúkast til upptøku av bátum.
Tað er smiðjuverkstaðurin Univice í Runavík, sum eisini eigur AWI Boats, ið hevur keypt stakkaran frá Faroe Ship.
Jóhan Henrik Olsen hjá Univice sigur, at teir fara at brúka truckin í sambandi við bátavirksemi, ið felagið nú eisini hevur.
- Truckurin fer at verða brúktur, tá vit taka bátar upp, sum skulu umvælast, umbyggjast, reinsast og smyrjast, og vit fara eisini at taka bátar upp fyri bátaeigarar, sum sjálvir fara at taka sær av sínum bátum til vanligt viðlíkahald.
Hann sigur, at ein lítil beding er við vogni, men ætlanin er nú at brúka stóra stakkaran til upptøku - og ikki bedingina.
- Við hesum møguleika kunnu bátar takast upp og setast, har teir skulu standa, meðan arbeiðið verður gjørt. Møguleikar eru eisini at seta bátar á vogn og seta teir inn á økið ella virkið, tá størri arbeiði skulu gerast.
Jóhan Henrik Olsen sigur, at hetta er ein nýggj tænasta, sum Univice og Awi Boats nú fara at veita bátaeigarum, samstundis sum Univice við stakkaranum eisini kann taka sær av ymiskum øðrum uppgávum.
Portalurin tók nakrar myndir, tá stóri stakkarin koyrdi umborð á Sam nú fyrrapartin.