Universitet og kollegium í Havn er eitt framtíðarkrav

Skulu vit gera okkum vónir um, at ungdómur okkara skal støðast í Føroyum, er eitt av krøvunum, at vit fáa eitt veruligt lestrarumhvørvi, tað vil siga universitet og rættiligt kollegium.

Vit politikarar eiga at tora at seta sum politiskt mál, at vit skulu hava fólkavøkstur her á landi. Til tess krevjast umfatandi langtíðaríløgur og at vit tora at seta okkum spurningin: Hvussu skal høvuðsstaður okkara síggja út í 2020?
Tórshavnar Kommuna og landsins myndugleikar eiga at standa saman og gera íløgur, sum flyta okkum fram á leið. Framtíðartryggjaðar íløgur, ið geva okkara landi og høvuðsstaði nakað at bjóða okkara ungdómi í 2020. Tórshavn er ein fátækur metropolur, um vit ikki megna at byggja eitt universitet við tilhoyrandi kollegiu-íbúðum hjá næmingunum at búleikast í í lestrartíðini.
Hetta setir so aftur krøv til stuðulsskipanina á økinum. Hesar mugu endurskoðast og tillagast til eina hóskiliga skipan, sum ger tað møguligt at búgva á kollegium. Vit skulu hava eitt lestrarumhvørvi í Tórshavn - ein lestrarbý ella campus - sum eisini eggjar ungdómi úr stóru verð at koma higar at nema sær kunnleika.
Eru vit kappingarfør við grannalondini á hesum øki, og okkara ungdómur fær somu sømdir og møguleikar sum onnur, trúgvi eg, at vit klára at venda gongdini.
Vit hava ikki ráð til at standa sum ryssa yvir deyðum fyli!
Ein langtíðar íløguætlan er lykilin til framburð og menning. Vit skulu tora at hava framtíðarvisjónir, eitt nú tora at byggja háhús í okkara høvuðsstaði, og harvið geva Havnini ein ein framtíðardám. Vit eiga t.d. at stíla eftir einum altjóða mentanarhúsi, sum hevur umstøður, ið gera, at vit kunnu bjóða okkum fram at hýsa framførslum hjá stórum musikkorkestrum, symfoniorkestrum HYPERLINK "http://o.s.fr" o "blocked::http://o.s.fr/" o.s.fr.
Vit eiga ein skapandi ungdóm, sum vit als ikki hava ráð til at missa av landinum. Jú størri íløgu vit gera í ungdómin, tess meira fær samfelagið aftur.
Okkara høvuðsstaður, Tórshavn, og Føroyaland eiga at taka eitt tak saman til frama fyri framtíðini - til frama fyri okkara ungdóm og til frama fyri land okkara, so Føroyaland framhaldandi verður eitt gott og ríkt land at búgva í.