Manchester United kunngjørdi í gjár, at felagið hevur keypt miðverjan Harry Maguire fyri 665 milliónir krónur frá Leicester City. Tað er met fyri ein verjuspælarar. Fleiri miðlar skriva í dag, at nú verður leitað eftir einum framrættaðum miðvallara.
Spanska AS skrivar, at Manchester United hevur eyguni eftir danska Christian Eriksen, sum hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Tottenham. Fyrr í summar ljóðaði fyri vist, at hann saman við Eden Hazard skuldi til Real Madrid, men higartil er bara Eden Hazard farin.
##med2##
Bretskir miðlar skriva, at Tottenham illa vil selja Christian Eriksen til ein kappingarneyta í Premier League. Tí er prísurin hægri fyri Manchester United enn Real Madrid. AS skrivar eisini, Real Madrid helst vil hava Paul Pogba frá Manchester United, men um hann ikki kemur, so verður farið eftir Christian Eriksen.
Tí kann eisini hugsast, at um Real Madrid fyrst fær Paul Pogba, so endar Christian Eriksen í Manchester United. Manchester United er eisini alment í holt við at selja áleyparin Romelu Lukaku. Hann venur í løtuni ikki saman við liðnum, og hevur verið settur í samband við Juventus og Inter Milan.