Fyrri dysturin endaði við einum 1-1 javnleiki á Old Trafford, tí skuldi nýggjur dystur spælast. United fekk eina dreymabyrjan, tá teir komu á odda 3-0 eftir fimm minuttum. Málini skutu Heinze, Saha og Solskjær. Reading kom tó innaftur í dystin. Kitson minkaði til 3-1 um miðjan fyrra hálvleik, og átta minuttir fyri leiklok minkaði Lita um munin til 3-2. Í síðstu minuttunum hevði Rading eitt skot á tvørtræið, men nærri komu teir ikki. United vann dystin 3-2, og sostatt eru teir víðari í FA Cup.