United vann trygt

Tað var eingin ivi, tá Manchester United vitjaði hjá Derby í FA CUP-kappingini seinnapartin. Heimaliðið royndi at stríðast, men í hálvleikinum var longu avgjørt. Tá høvdu Nani og Darron Gibson sent gestirnar á sigurskós. Í seinna hálvleiki staðfestu Cristiano Ronaldo og innskifti Danny Welbeck trygga 4-1 sigurin. Málið hjá Derby stóð Miles Addison fyri.

Manchester United byrjaði við Nemanja Vidic, Paul Scholes og Carlos Tevez á beinkinum, meðan Edwin van der Sar og Wayne Rooney als ikki vóru í hópinum.

Everton hevur eisini vunnið seg í fjórðingsfinaluna. Á heimavøllinum Goodison Park vunnu teir 3-1 á Aston Villa. Jack Rodwell, Mikel Arteta og Victor Anichebe stóðu fyri málunum hjá Everton, og Gabby Agbonlahor skjeyt einasta málið hjá gestunum.