Seinasti dysturin í hesum kappingarárinum av Premier League var leiktur í kvøld. Dysturin var á Old Trafford millum Manchester United og Bournemouth. Ein dystur sum upprunaliga skuldi vera leiktur leygardagin, men sum orsakað av einari bumbuhóttan mátti útsetast til í kvøld.
Lítil spenningur var undan dystinum. Manchester United skuldi vinna heili 19-0 um liðið skuldi enda á fjórða plássinum, sum hevði givið Champions League luttøku komandi ár.
Tað gjørdu teir ikki, men teir vunnu tó sannførandi allíkavæl. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist at Manchester United vann 3-1.
Liðskiparin, Wayne Rooney, sum eisini var ein av bestu monnunum á vøllinum, legði seint í fyrra hálvleiki Manchester United á odda 1-0.
Í seinna hálvleiki økti unga stjørnuskotið Marcus Rashford til 2-0, og seinni punkteraði innskifti Ashley Young dystin, tá hann við frálíkari fríspæling frá Wayne Rooney legði Manchester United á odda 3-0.
Tað eydnaðist Bournemouth í seinasta sekundinum av dystinum at minka um munin til 3-1, eftir at Chris Smalling hevði gjørt sjálvmál í United verjuni.
Úrslitið ber við sær at Manchester United endar á fimta plássi í Premier League í hesum kappingarárinum, við sama stigatali sum arvafíggindarnir úr Manchester City, sum tó hava ein betri málmun. Manchester United skal tí spæla Europa League fótbólt komandi ár.
Uppflytararnir úr Bournemouth endaðu kappingarárið sum nummar 16 í deildini.
Manchester United – Bournemouth 3-1 (1-0)
1-0 Wayne Rooney, 43.
2-0 Marcus Rashford, 75.
3-0 Ashley Young, 87.
3-1 Chris Smalling (Sjálvmál), 90.