Heili sjey mál komu í fyrra hálvleiki, tá Reading og Manchester United spældu í dag. Manchester United vann dystin 4-3.
Tað var sonn málveitsla í fyrra hálvleiki á Madejski leikvøllinum í kvøld. Tá dómarin brískslaði fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki, vóru ikki færri enn sjey mál komin í dystinum.
Hal Robinson-Kanu legði Reading á odda, men Anderson og Wayne Rooney vendu dystinum. Alt hetta áðrenn eitt korter varð spælt. Síðani tók Reading yvir og kom á odda við málum frá Adam Le Fondre og Sean Morrison. Tá vóru 23 minuttir spældir.
So varð tað aftur Manchester United. Fyrst javnaði Wayne Rooney, tá hann lættliga kundi beina eitt innlegg í mál, og í 34. minutti skoraði Robin van Persie til 4-3. Sjey mál upp á 34 minuttir.
Tað kom einki mál afturat í dystinum, men Manchester United átti av røttum eitt mál afturat, tá ein Reading verjuleikari bjargaði innanfyri málstrikuna. Úrslitið merkir, at Manchester United nú er trý stig framanfyri Manchester City í oddinum í Premier League.
Premier League:
Reading Manchester United 3-4
Arsenal Swansea 0-2
Fulham Tottenham 0-3
Liverpool Southampton 1-0
Manchester City Everton 1-1
QPR Aston Villa 1-1
WBA Stoke 0-1
West Ham Chelsea 3-1










