LEAGUE CUP
Manchester United hevur vunnið ensku League Cup-kappingina fyri triðju ferð í søgu felagsins. Leikliga var talan um eina góða finalu millum Tottenham og Manchester United. Málleyst var aftaná spæl í 120 minuttir.
Bæði í vanligu og longdu leiktíðini vóru málmøguleikar til bæði liðini, men hvørki liðið hevði neyðugu eydnuna til at koppa dystin til sín fyrimun. Aaron Lennon og Darren Bent hjá Tottenham høvdu stórar málmøguleikar, sum ungi frálíki United-málverjin, Ben Foster, bjargaði.
Alex Ferguson valdi at løna teimum ungu spælarunum, sum hava spælt liðið í Liga Cup-finaluna, og sigast má, at ungu spælarnir gagnnýttu møguleikan. United hevði eisini væl av møguleikum, tann størsti málmøguleikin hjá teimum reyðu fall tá Christiano Ronaldo rakti stongina. Klokkan vísti 91 minuttir tá.
Hilnaðist illa hjá Tottenham
Bert málini manglaðu í tí spennandi og væl spældu finaluni, og tí var neyðugt at avgera alt við einari brotssparkskapping, og her hilnaðist stak illa hjá Tottenham.
Ryan Giggs, Nani, Christiano Ronaldo og Anderson gjørdu reint borð. Ben Foster bjargaði skotinum hjá Jamie O´Hara, og David Bentley skjeyt við síðuna av málinum. Tað var bert kroatiski spælarin, Modric, sum skoraði fyri Tottenham, og Manchester United vann sostatt 4-1.
Manchester United hevur nú vunnið HM fyri felagslið og League Cup-kappingina, og hava teir enn møguleikan at vinna Premier League, FA Cup og Champions League í hesum kappingarárinum.