Í gjár vóru tvær tær fyrstu 1/8-finalurnar í Champions League. Á Old Trafford vann Paris Saint-Germain 2-0 á Manchester United, meðan AS Roma vann 2-1 á FC Porto.
Góða gongdin hjá Ole Gunnar Solskjær og Manchester United gjørdi, at veddingarfyritøkurnar høvdu heimaliðið sum favoritt at vinna dystin, tá nú gestirnir manglaðu tvær av stóru stjørnunum, Neymar Jr og Edinson Cavani.
Tað skuldi tó vísa seg, at gestirnir úr París høvdu munin. Manchester United hevði eitt sindur torført við at spæla seg til málmøguleikar. Átta minuttir inn í seinna hálvleik komu gestirnir á odda við máli, sum miðverjin Presnel Kimpembe skoraði.
Tá ein tími var spældir av uppgerðini økti Kylian Mbappé, tá hann var fyrstur á innlegg frá Ángel Di María. Beint fyri dystarlok fekk Paul Pogba eisini sítt seinna gula kort, so Manchester United skal nú til París at innheinta tvey mál uttan fronsku miðvallarstjørnuna.
Í italska høvðusstaðnum vann AS Roma 2-1 á FC Porto. Nicolo Zaniolo skoraði tvær ferðir inn seks minuttir, men bara tríggjar minuttir seinni minkaði Adrian Lopez um munin fyri útiliðið, sum nú kann klára seg við javnleiki í returdystinum.
Champions League 1/8:
Manchester United – PSG 0-2 (0-0)
0-1 Presnel Kimpembe, 53
0-2 Kylian Mbappé, 60
AS Roma – FC Porto 2-1 (0-0)
1-0 Nicolo Zaniolo, 70
2-0 Nicolo Zaniolo, 76
2-1 Adrian Lopez, 79