Við einum einsamøllum máli frá Rodrigo Tello eftir 20 minuttum eydnaðist Besiktas at taka øll stigini, tá teir í dag vitjaðu á Old Trafford.
Manchester United sat annars á tí allarmesta, men hóast 26 royndir móti málinum, so eydnaðist ikki at fáa bóltin fram við einum væl spælandi Recber Rustu.
Aðrastaðni er lagt upp til farvæl við í minsta lagi ein risa. Sigurin hjá Bordeaux móti Juventus sendir nevnliga franska felagið víðari, og so mugu annað hvørt Juventus ella Bayern Munchen siga farvæl við Champions League, tá júst tey bæði stórfeløgini spæla í Torino tann 8. desember.
Úrslitini í kvøld:
Bólkur A
Bayern Munchen-Maccabi Haifa 1-0
Bordeaux-Juventus 2-0
Bólkur B
CSKA Moskva-Wfl Wolfsburg 2-1
Manchester Utd-Besiktas 0-1
Bólkur C
AC Milan-Marseille 1-1
Real Madrid-FC Zurich 1-0
Bólkur D
Apoel Nicosia-Atlético Madrid 1-1
FC Porto-Chelsea 0-1