Umframt at kjósa ársins spælara, setti PFA eisini ársins lið í Premier League. Og her gjørdist talan um eitt lið, ið mest sum kann metast sum eitt styrkt Manchester United. Ikkiu færri enn 8 spælarar á liðnum koma frá verandi oddaliðnum. Hesir eru Edwin van der Saaar, Gary Neville, Nemanja Vidic, Rio Ferdinand, Patrice Evra, Ryan Giggs, Paul Scholes og Cristiano Ronaldo. Hinir tríggir á liðnum eru Steven Gerrard (Liverpool), Didier Drogba (Chelsesa) og Dimitar Berbatov (Tottenham).