United sjey stig á odda

Eftir dystirnar í bestu ensku deildini í gjárkvøldið og fyrrakvøldið er Manchester United framvegis klárt oddalið, hóast bæði Chelsea, Liverpool og Arsenal vunnu sínar dystir, meðan Aston Villa snávaði

Manchester United er nú aftur sjey stig framman fyri Chelsea og Liverpool, eftir at dystir eru spælir bæði í gjárkvøldið og fyrrakvøldið. United hevur enntá spælt ein dyst færri enn nærmastu kappingarneytarnir.

Manchester United vann 2-1 á Newcastle á St. James Park í Newcastle. Danski Peter Løvenkrands legði The Toon Army á odda, tá níggju minuttir vóru spældir, eftir at van der Sar gjørdi ein brølara, men longu 10 minuttir seinni javnaði Wayne Rooney til 1-1. Tíðliga í seinna hálvleiki gjørdist Dimitar Berbatov match-vinnari, tá hann skoraði til 2-1 til Manchester United.

Aston Villa misti tvey týdningarmikil stig í kappingini um at enda millum fýra tey ovastu liðini í Premier League. Aston Villa tapti 0-2 ímóti Manchester City á útivølli.

Á White Hart Lane var frøin stór, tá Robbie Keane legði Tottenham á odda 1-0 ímóti Middlesbrough. Bæði Keane og Spurs høvdu hart brúk fyri tí málinum, og var endin, at Tottenham vann heili 4-0.

 

Tey næstu vunnu

Chelsea heldur góða formin undir nýggja venjaranum, Guus Hiddink. Suðuri í Portsmouth í fyrrakvøldið tryggjaði Didier Drogba enn eina ferð London-liðnum øll trý stigini. Sigursmálið fall, tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Liverpool kom á slóðina aftur, og kom tað óivað serliga væl við hjá venjaranum, Rafael Benitez, sum hevur kent eitt stórt trýst á sær síðstu vikurnar. Liverpool vann 2-0 á Sunderland. David N’Gog setti Liverpool á sigurskós, tíðliga í seinna hálvleiki, og løtu seinni staðfesti Yossi Benayoun sigurin.

Danski framherjin hjá Arsenal, Nicklas Bendtner, hevur verið ein tann mest útskeldaði fótbóltsspælarin í Onglandi síðstu vikurnar. Bendtner hevur brent illa, men í fyrrakvøldið var danska kanónin innstillað, tí hann skoraði tvey mál í 3-1 sigrinum hjá Arsenal ímóti West Bromwich á The Hawthorns-leikvøllinum í Birmingham.