Premier League
Stefan í Skorini
Tá Manchester United fyrst tapti heili 4-1 fyri Middlesbrough fyri einum góðum mánað síðan og síðani var fyri enn einum ósigri ímóti Lille í Champions League, vildu fleiri vera við, at Alex Ferguson var komin í sína størstu kreppu, síðan hann tók við starvinum sum venjari hjá Manchester United.
Síðani kom rokið um Roy Keane, og endin var, at Keane mátti gevast í felagnum. Hetta var sum steinur omaná byrðu, tí hetta var tað síðsta, ið Ferguson kundi ynskt sær. Umframt leikligar trupulleikar á vøllinum, var turbulensurin handan leiktjaldið ikki so lítil.
Liðið endurreist
Ferguson sjálvur vísti staðiliga aftur, at hetta var ringasta kreppa, síðan hann tók við starvinum, og at fjølmiðlarnir enn einaferð høvdu skapt ein storm í einum glasi av vatni.
Ferguson nýtti so sterkar vendingar, at tíðindamaðurin hjá Sky Sports mátti minna Ferguson á, at børn sótu frammanfyri skerminum, tá hann varð biðin um viðmerkingar um støðuna í felagnum.
Síðani dystin ímóti Middlesbrough hevur United vunnið tríggjar landskappingardystir á rað. Hetta hava verið torførir dystir, og tí bendir alt á, at dysturin ímóti Middlesbrough fekk bæði leikarar og leiðarar á Old Trafford at rakna við.
Fyrst basti United meistaraliðnum Chelsea við einum teprum 1-0 sigri á heimavølli og síðani hevur United vunnið á útivølli ímóti Charlton og West Ham. Hetta eru torførir útidystir, og líkt er til at leikararnir so spakuliga hava vunnið sjálvsálitið aftur.
Hetta ber boð um ein framúr góðan venjara, ið dugir at fáa tað besta fram í sínum leikarum. Tað er heldur eingin ivi um, at leikararnir hava kent seg trýstar eftir tey vánaligu úrslitini í oktober mánað.
Roy Keane
Spurningurin er so, um missurin av Roy Keane ikki er til at liva við, hóast hann hevur verið ein av lyklaleikarunum á United-liðnum seinastu mongu árini.
Fleiri eygleiðarar vísa á, at Keane fylti nógv á liðnum, hóast hann als ikki livdi upp til tey avrik, ið hava givið honum ein serligan status millum áskoðarar, leikarar og venjarar í felagnum. Saknurin eftir Roy Keane verður tí neyvan so stórur, sum nógv vildu vera við fyri fáum vikum síðani.
Roy Keane hevði í fleiri førum funnist at felagnum og venjaranum, og hetta kundi Ferguson ikki góðtaka í longdini, hóast Keane er ein leikari, ið altíð hevur kunnað sagt rættiliga nógv og hevur havt leysar teymar í so máta.
Fleiri tulka handfaringina hjá Ferguson í hesum málinum sum eina valdsdemonstratión, har Ferguson enn einaferð hevur sligið fast, at eingin er størri enn júst Ferguson. Hann hevur við øðrum orðum sent eitt signal út til allar leikarar um, at tað bert er ein valdsharri á Old Trafford, og tað er Sir Alex Ferguson.
Møguleikar heldur enn forðingar
Veruleikin var kanska, at Roy Keane ikki hevði meira at geva felagnum, og tí var tíðin komin at fara hvør til sítt.
At Keane ikki longur er á miðvøllinum hjá United, gevur eisini Ferguson fleiri møguleikar at geva øðrum leikarum pláss á miðvøllinum. Ferguson er ikki longur noyddur at skipa liðið kring Roy Keane, sum ikki longur hevði ta tyngd á defensiva miðvøllinum, ið var hansara størsti eginleiki.
Ferguson sló eisini fast, eftir at Keane var farin, at eingin leikari kann spæla í ævir.
- Liðið, sum vann Evropa Cup í 1999, kann ikki spæla allar ævir. Tað er bara natúrligt, at leikarar gerast eldri, og tað sæst eisini á avrikunum á vøllinum. Hetta hevur víst seg at vera tann tungi parturin av venjarastarvinum í hesum felagnum. Tú sært teir leikarar, ið fyrr vóru á toppinum, eldast og missa sínar dygdir á vøllinum.
Spurningurin er so, um Manchester United kann taka dystin upp við Chelsea og møguliga Arsenal í oddinum í Premier League, ella um hetta bert er eitt lítið upplop hjá United-liðnum. Eingin ivi er um, at Sir Alex Ferguson fegin vil enda sína tíð á Old Trafford við einum steypi í hondini, men tað verður torført at koppa oljumillióninginum á Stamford Bridge.
Samstundis er tað altavgerandi, at United kemur víðari úr bólkaspælinum í Champions League. Eydnast tað ikki verður tað mett sum ein stór fiasko á Old Trafford. Manchester United skal sum kunnugt vinna á Benfica fyri at tryggja sær víðari luttøku í Champions League.










