United samráðist við Mourinho

Nógv bendir á, at komandi Manchester United venjarin eitur José Mourinho

 

José Mourinho verður komandi venjarin hjá Manchester United. Tað vita í øllum førum fleiri álítandi enskar síður at siga frá. Millum síðurnar ið skriva søguna, at Manchester United og José Mourinho í løtuni samráðast, eru BBC og Manchester Evening News, sum báðar vera mettar sum álítandi tá tað kemur til leysasøgur.

 

Søgur hava annars leingi koyrt um, at Manchester United í summar fer at skifta Louis Van Gaal út í venjarasessinum.

 

Les eisini: Van Gaal verður avloystur

 

Og tað er her at José Mourinho kemur inn í myndina. Sambært bretskum miðlum hava samráðingar verið millum José Mourinho og Manchester United seinastu tvær vikurnar, og væntandi verður ”The Special One” – sum hann verður kallaður í Onglandi, kunngjørdur sum Manchester United venjari innan stutta tíð.

 

José Mourinho varð stutt fyri jól koyrdur sum venjari í Chelsea, har hann annars seinasta kappingarár vann meistaraheitið.

 

José Mourinho verður mettur sum ein av teimum bestu venjarunum í heiminum. Hann hevur millum annað vunnið meistaraheitið í Portugal, Onglandi, Italia og Spania, umframt tvey Champions League steyp fyri ávikavist FC Porto og Inter Milan.