United og Chelsea

Av teimum báðum oddaliðunum, hevur Manchester United uttan iva størstan fyrimun í sínum dysti, tí teir spæla heima á Old Trafford ?The Theatre Of Dreams? móti svingandi Fulham liðnum hjá Lawrie Sanchez, meðan Avrham Grant og Chelsea skulu út í eina lokaluppgerð, tá West Ham vitjar. Hetta kann vísa seg at verða ein trupul dystur, men tó ein dystur, ið Chelsea eigur at megna at vinna.