United og Arsenal bresta saman í FA Cup

Lutakastið millum tey 16 eftirverandi liðini í FA Cup var seinnapartin í dag. Lagt er longu upp til satt brak á Old Trafford, tí her møtast nevniliga oddafeløgini bæði í Premier League, Manchester United og Arsenal. Liverpool var enn einferð heppið við lutakastinum, og skal møta Barnsley úr næstbestu deildini.

 

Dystirnir verða leiktir vikuskiftið 16.-17. februar.

 

Lutakastið til 5. rundu:

 

Cardiff City - Wolverhampton

Bristol Rovers - Southampton

Sheffield United - Middlesbrough

Liverpool - Barnsley

Manchester United - Arsenal

Preston - Portsmouth