United nærkast Luke Shaw

Stóra stjørnuskotið á Southampton liðnum í ár, verður helst seldur í summar og beint nú er Manchester United favorittur til at fáa fatur á verjuleikaranum.

Tað er stór kapping um evnaríka vinstra bakkin hjá Southampton. 18 ára gamli Luke Shaw hevur leikt sannførandi á Southampton liðnum í ár.

 

Og sambært bretskum miðlum, er Manchester United í løtuni favorittur til at fara avstað við verjuleikaranum.

 

Sambært dailymail er Manchester United til reiðar at gjalda umleið £30 milliónir pund fyri enska verjuleikarin.

 

Manchester United sleppur tó ikki avstað við verjuleikaranum uttan kapping. Chelsea er eisini til reiðar at gjalda nógv fyri Luke Shaw og sum skilst hevur Luke Shaw verið Chelsea fjeppari frá barnsbeinið av.

 

Tað ljóðar eisini at Manchester United er nær við at ogna sær miðvallarin hjá Sporting Lissabon, William Carvalho.