United mundi keypt Henry

Sambært blaðnum The Sunday Mirror var enska felagið Manchester United fyri tveimum vikum síðani nær við at keypa franska álopsspælaran Thierry Henry úr Barcelona. Henry er misnøgdur við, at hann hevur spælt sum vinstri vongur í Barcelona, og hann var til reiðar at rýma úr felagnum. Men í evstu løtu eydnaðist tað nýggja venjaranum hjá Barcelona at sannføra Henry um at verða verðandi í felagnum.