Manchester United hitti í dag á heimavølli Everton í einari sannari málveitslu, sum endaði 4-4 og kann fáa týdning í endaspurtinum við nábúgvan úr Manchester City.
Everton var væl við í dystinum og kom eisini á odda í 33. minutti, tá ið Nikica Jelavi? við høvdinum setti punktum í einum frálíka væl spældum álopi. Wayne Rooney svaraði aftur og javnaði fýra minuttir fyri hálvleik, tá ið hann somuleiðis við høvdinum stýrdi bóltin í mál til 1-1 eftir eitt innlegg frá Nani.
Fyrsta korterið av seinna hálvleiki hevði Manchester United veruliga vind í seglunum og við tveimum málum vóru teir ávegis at toga ein tryggan sigur í land. Í 57. minutti legði Danny Welback heimaliðið á odda við einum skoti frá brotsteigarmarkinum, áðrenn Nani bara tríggjar minuttir seinni lyfti bóltin upp um málmannin til 3-1 eftir eitt mynsturálop.
Manchester United hevði góðan møguleika at avgera dystin og skora til 4-1, men heldur var tað Marouane Fallaini hjá Everton, sum við góðum fluktara minkaði til 2-3. Heimaliðið helt tó fram við at trýsta og svaraði beinanveg aftur við máli frá Wayne Rooney.
Á odda 4-2 stutt undan leikloki bendi alt á ein umráðandi heimasigur til Manchester United, men Everton vildi tað øðrvísi. Verjan hjá heimaliðnum sá alt annað enn trygg út, tá ið fyrst Nikica Jelavi? við sínum seinna máli minkaði til 3-4 og seinni Steven Pienaar javnaði til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 4-4.
Manchester City hevur nú møguleikan at minka um fjarstøðuna til Manchester United niður í trý stig, tá ið teir kl.16 í dag vitja aftasta liðið í Premier League, Wolverhampton. Mánakvøldið 30. apríl hittast júst United og City í einum dysti, sum er í triðseinasta leikumfari og kann fáa avgerandi týdning fyri hvør gerst meistari.