Champions League-dysturin ímillum Manchester United og Valencia fyrrakvøldið varð útsettur fimm minuttir av tí at Manchester United-hópurin møtti ov seint til dystin. Hetta kann nú fáa avleiðingar fyri felagið.
Orsøkin til, at heimaliðið var ov seint til dystin, var at tað var nógv ferðsla í Manchester, og tað hevði við sær, at Manchester United-hópurin ikki var á Old Trafford fyrr enn 45 minuttir áðrenn dystin.
Manchester United-venjarin, José Mourinho, heldur ikki, at felagið kann lastast fyri at vera møtt ov seint í hesum føri. Hann heldur, at løgreglan hevur ábyrgdina, tí teir plaga at fylgja liðbussum til stórdystir.
- Vit fóru frá hotellinum um 18-tíðina og roknaðu við at tað fór at taka ein hálvan tíma, sum tað plagar, men hesaferð vildi løgreglan ikki fylgja okkum, so vit máttu klára okkum sjálvar, segði Mourinho við BBC.
Løgregluovastin í Greater Manchester Police, Andy Sutcliffe, viðgongur, at teir ikki vóru til staðar at fylgja liðbussinum hjá Manchester United, men hann sigur, at tað ongantíð var ætlanin í hesum føri.
- Vit hava áður fylgt liðbussum, men eftir at hava hugt nærri at hvørji øki skulu raðfestast hægst, so hava vit tikið avgerð um, at hendan tænastan ikki longur verður veitt til hvønn dyst, sigur hann við Telegraph.
ESPN skrivar, at Manchester United kann fáa bót frá UEFA fyri at møta ov seint til dystin, men at teir í hesum føri helst bara fáa eina ávaring.