Tríggir dystir hava verið á skránni í Premier League í kvøld.
Manchester United, sum leygardagin hevði stórar trupulleikar av Sheffield United úr triðbestu deildini á heimavølli, spældi á útivølli móti Newcastle.
Eitt sum ikki hevur eyðkent Manchester United hetta kappingarárið er, at felagið hevur spælt serliga undirhaldandi dystir. Men dysturin í kvøld var av álvara eitt undantak.
Dysturin á St’ James Park var bæði undirhaldandi og ferðmikil. Manchester United var greitt omaná mestsum allan fyrra hálvleik, og komu eisini fult uppiborið á odda 2-0. Wayne Rooney legði fyrst Manchester United á odda við brotssparki, meðan Jesse Lingaard økti um munin eftir eitt væl spælt Manchester United álop.
Stutt fyri hálvleik minkaði størsta profilurin á liðnum hjá Newcastle, Georginio Wijnaldum, um munin, soleiðis at hálvleiksstøðan var 2-1 til Manchester United.
Í seinna hálvleiki var Newcastle sum hamskift. Teir hóttu nógv meira Manchester United, og tí var tað ikki óuppiborið at Newcastle javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki. Aleksandar Mitrovic skoraði útjavnandi málið við brotssparki.
Men enn einaferð svaraði Manchester United aftur. Við einari perlu økti Wayne Rooney til 3-2, sum leingi sá út til at vera avgerandi málið í dystinum. Løtuna aftaná hevði Manchester United eisini upplagdan møguleika at økja til 4-2, men Marouane Fellaini misnýtti uppá tað skammiligasta.
Tað eydnaðist Newcastle at fáa eina stigið burturúr dystinum. Við einari framúr vakrari perlu javnaði ungi vinstri bakkurin, Paul Dummet, til 3-3, sum eisini varð endaliga úrslitið.
Av øðrum dystum vann West Ham 3-1 á útivølli móti Bournemouth, meðan Aston Villa fekk ein heldur óvanligan sigur, tá teir á heimavølli vunnu 1-0 móti Crystal Palace. Sigurin var einans annar sigurin hjá Aston Villa í hesum kappingarárinum.
Úrslitini í kvøld:
Newcastle – Manchester United 3-3 (1-2)
Aston Villa – Crystal Palace 1-0 (0-0)
Bournemouth – West Ham 1-3 (1-0)











