United-leikari úti í ein mánaða

Serbiski verjuskansin hjá Manchester United, Nemamja Vidic, má sita sum áskoðari við skaða komandi mánaðin. Vidic lendi so óheppið eftir ein nærdyst, tá ið hann og liðfelagar hansara leygardagin vunnu 4-1 á Blackburn. Tað var fyrst líkt til, at hann hevði brotið óstbeinið, ið hevði kostað honum kappingarárið, men so var ikki. Felagið boðar nú frá, at hann verður ikki tøkur komandi mánaðin.