Vidic bleiv skaddur leygardagin, tá ið hann og liðfelagarnir dystaðust ímóti Blackburn. Hann lendi óheppið, og meiddi sær økslina. Manchester United kom í gjár út við, at skaðin kemur at kostað honum pláss á áskoðaraplássunum komandi mánaðan, men nú sær enn verri út. Felagið kunngjørdi í dag, at verjuleikarin hevur brotið óstbeinið, og má hava ein enn longri skaðasteðg.
Vidic hevur havt eitt gott kappingarár í Manchester United, har hann hevur bygt miðverjuna við Rio Ferdinand.