United-leikari fer 1000% upp í løn

Ungur verjuleikari fær stóra lønarhækkan

Talan er um unga verjuleikaran, Tyler Blackett, ið fyrr í dag hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, ið heldur honum í enska stórfelagnum fram til summarið 2017. Í fyrrverandi sáttmálanum hjá Blackett fekk kropsliga sterki verjuleikarin 2000 pund um vikuna, men nýggi sáttmálin gevur honum eina lønarinntøku á 20.000 pund um vikuna, sambært Daily Mail. Harvið er verjuleikarin, ið hevur leikt 10 dystir fyri Manchester United hetta kappingarárið, farin 1000% upp í løn.

 


- Eg fegnist um at hava fingið nýggjan sáttmála. Eg havi verið United-fjeppari alt mítt lív, og eg havi verið í felagnum, síðani eg var 8 ára gamal. Tískil er hetta sera stórt fyri meg, sigur Blackett við almennu heimasíðuna hjá reyða felagnum úr Manchester.

 

Tveir aðrir lokalir United-leikarar hava eisini nýliga fingið nýggjar sáttmálar. Teir eru Paddy McNair og Jesse Lingard.