Villareal-spælarin Marcos Senna hevur spælt væl á spanska miðvøllinum undir HM-kappingini í Týsklandi, og nú skriva bretskir fjølmiðlar, at Manchester United er farið at vísa honum áhugað. Venjarin Alex Ferguson hevur í eina tíð leita eftir einum nýggjum spælara til miðvøllin, og fleiri spælarar hava verið nevndir í hesum sambandi. Marcos Senna er 29 ára gamal, og roknað verður við, at Villareal vil hava slakar 90 milliónir krónur fyri hann. Tað er munandi minni, enn Tottenham krevur fyri Michael Carrick, sum United eisini hevur havt áhuga