Tað gongur sum eftir ánni hjá Manchester United og José Mourinho í hesum døgum. Teir hava í kvøld vunnið níggjunda dystin á rað, tá Manchester United í kvøld vann fyrru hálvfinaluna av Carling Cup kappingini ímóti Hull.
Endaliga úrslitið av dystinum var, at Manchester United vann 2-0. Hálvleiksstøðan var tó 0-0.
Manchester United legði seg á odda tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Málskjútti tá var spanski Juan Mata.
Tað sá eisini leingi út til at dysturin skuldi enda við einum 1-0 sigri, men ímóti dystarenda, økti Manchester United um leiðsluni. Málskjútti til 2-0 var innskifti Marouane Fellaini.
Manchester United hevur sostatt tryggja sær eitt gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna, sum verður spæld á útivølli móti Hull.
Í annaðkvøld verður hin hálvfinalan leikt. Hon verður á St Mary’s leikvøllinum í Southampton, har Southampton tekur ímóti Liverpool.
Manchester United – Hull 2-0 (0-0)
1-0 Juan Mata, 56.
2-0 Marouane Fellaini, 87.