United haltandi víðari

Wayne Rooney fyri nógvum atfinningum

Manchester United hevur í kvøld saman við liðum sum Tottenham, Manchester City, West Ham og Southampton spælt seg víðari til fjórða umfar í Liga Cup í Onglandi.

 

Les eisini: Chelsea vendi øllum

 

Eftir trý tap upp í slag, so eydnaðist tað Manchester United at vinna aftur. José Mourinho og hansara menn vunnu 3-1 á útivølli móti Northampton, sum spælir triðj bestu deildini í Onglandi.

 

Manchester United kom á odda í fyrra hálvleiki við málið, sum Michael Carrick skoraði. Síðani javnaðu vertirnir, áðrenn Ander Herrera og Marcus Rashford avgjørdu dystin. Størsta kritikkin fær liðskiparin, Wayne Rooney, sum sambært viðmerkjarum sá út sum ein spælari, ið hoyrir heima í League One.

 

Greiðasta sigurin átti Tottenham á Gillingham, meðan Bristol City, Sunderland, Manchester City, West Ham United og Hull City vunnu við einum.

 

Triðja umfar í Liga Cup:

Fulham 1 - 2 Bristol City

Northampton Town 1 - 3 Manchester United

Queens Park Rangers 1 - 2 Sunderland

Southampton 2 - 0 Crystal Palace

Swansea City 1 - 2 Manchester City

West Ham United 1 - 0 Accrington Stanley

Stoke City 1 - 2 Hull City

Tottenham Hotspur 5 - 0 Gillingham