United fjepparar hittast í Glitnir

Longu klokkan 13.00 verður filmur um kappingarárið 07/08 hjá United vístur á stórskíggja. Síðan verður upptakt til dystin, og klokkan 16.00 verður dysturin blástur í gongd.

Sagt verður úr Glitnir, at tey, ið eru í United troyggju, fáa drykkjuvørur bíliga til keyps í barrini.

Tiltakið er ókeypis.

 

Meira fæst at vita um tiltakið við at ringja á tlf. 239601 ella 586866.