United fingu stig í síðsta sekundi

Manchester United fingu bert javnleik móti Tottenham, tá teir skoraðu langt inni í yvirtíðini á White Hart Lane. Og Arsenal vóru ikki seinir at nýta møguleikan. Teir vunnu sín dyst, og eru nýtt oddalið í Premier League

Bulgarski áleyparin, Dimitar Berbatov legði heimaliðið Tottenham á odda longu tá 20 minuttir vóru spældir. Tað var eftir eina støðu, har hálendski málverjin hjá Manchester United, Edwin Van der Saar ikki fekk boksað bóltin vekk, og tá var lætt hjá Berbatov. Heilt longi sá tað eisini út til at gerast einasta málið í dystinum, men við einum øðiligum trýsti á Totenham, fingu gestirnar úr Manchester útjavnandi málið. Málið skoraði argentinin Carlos Tevez, tá 93minuttir vórðu spældir.

Høvdu heimaliðið ”Spurs” vunnið, hevði tað verið fyri fyrstu ferð í seks ár, men so skuldi ikki vera á hesum sinni.


Adebayor heldur áfram

Arsenal eru nýtt oddalið í Premier League, eftir Arsene Wenger og hansara menn vunnu á útivølli móti Manchester City. Hetta er samstundis fyrsti dystur, ið City hevur tapt á heimavølli, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til at City liggja so væl fyri í hesum kappingarárinum.

Málini hjá oddaliðnum úr London skoraðu Togo-búgvin Emmanuel Adebayor og Eduardo Da Silva, ið er av Kroatiskum uppruna, við einhvørjum brasilskum ísletti. Málið hjá City skoraði Gelson Fernandes.

Sigurin hevur sostatt við sær at ”The Gunners” úr London eru tvey stig fremri enn ”Reyðu Djevlarnar” úr Manchester.


Kendu ikki sína vitjunartíð

Ein av harðastu kappingarneytunum til enska meistaraheitið, Chelsea kundu koma væl nærri at teimum báðum heilt har frammi, men heldur ikki hjá teimum bragdaði. Chelsea var á vitjan hjá Harry Redknapp og hansara monnum í Portsmouth, og hóast London-liðið Chelsea vóru stórir favorittar til at vinna, eydnaðist teimum bert at fara úr aftur Portsmouth við javnleiki 1-1. Málini skutu nýinnkeyptu, Nicolas Anelka og Jermaine Defoe, og sigast má at hesir vandamiklu áleyparar hava longu nú sett síni tíðuligu merkir eftir sær í ávíkavist Chelsea og Portsmouth.


So vaknaði sovandi kempan

Sunderland, við bersøgna íranum, Roy Keane á odda, megnaðu at halda móti í næstan ein tíma á Anfield leikvøllinum í Liverpool, men tá himmalhøgi Peter Crouch legði ”The Reds” á odda, var so at siga avgjørt. Nakað seinni rann Fernando Torres frá Sunderland verjuni og økti, áðrenn Steven Gerrard sløkti og stongdi við einum brotssparki. Liverpool vann dystin 3-0 og eru nú aftur til at metast sum favorittar til at taka fjórða plássið í Premier League, ið gevur atgongd til høgt mettu Champions League kappingina.

Úrslitið hevur samstundis við sær, at Sunderland enn hava sín fyrsta útisigur til góðar, og tað er nakað, ið skil má koma á, um liðnum framhaldandi skal vera lívi lagað í bestu ensku fótbóltsdeildini. 


Úrslitini um vikuskiftið:


Birmingham-Derby 1-1 (Larsson-Villa)

Blackburn-Everton 0-0 ()

Fulham-Aston Villa 2-1 (Davies, Bullard-s.m.)

Liverpool-Sunderland 3-0 (Crouch, Torres, Gerrard)

Man City-Arsenal 1-3 (Fernandes-Adebayor 2, Eduardo)

Newcastle-Middlesbr 1-1 (Owen-Huth)

Portsmouth-Chelsea 1-1 (Defoé-Anelka)

Reading-Bolton 0-2 (Nolan, Helguson)

Tottenham-Man Utd 1-1 (Berbatov-Tevez)

Wigan-West Ham 1-0 (Kevin Kilbane)