Vónirnar hjá Manchester United um at vinna Premier League fjórða árið á rað fingu eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá reyðu devlarnir í dag taptu 3-0 á útivølli móti Fulham.
Chelsea, sum er á odda, spælir í morgin, og tá hava teir møguleika at økja munin upp í seks stig.
Samstundis vunnu bæði Aston Villa og Tottenham sínar dystir, og tey bæði eru nú av álvara við í stríðnum um heiðursmerki. Tað er Liverpool hinvegin ikki, eftir at teir aftur í dag máttu leggja rygg til vónbrot. Hesa ferð tapti Liverpool á útivølli móti Portsmouth.
Úrslitini í dag:
Portsmouth-Liverpool 2-0
Aston Villa-Stoke 1-0
Blackburn-Tottenham 0-2
Fulham-Manchester United 3-0
Manchester City-Sunderland 4-3
Arsenal-Hull 3-0