Eftir fýra sigrar í fýra dystum mátti Manchester United lúta á heimavølli í ensku Premier League í gjár. Mótstøðuliðið var Arsenal, sum skoraði sigursmálið fimm minuttir fyri tíð. Longu eftir 10 minuttir hevði Arsenal góðan møguleika at skora, men Gilberto Silva misnýtti brotssparkið. Nýggi United-málverjin Thomasz Kuszczak bjargaði brotssparkinum, sum hann sjálvur hevði gjørt. Málið hjá Arsenal skoraði álopsspæarin Adebayor. Hetta er fyrsti sigurin hjá Arsenal í hesum kappingarárinum.