United fall á Old Trafford

Trýst er aftur á Louis van Gaal, eftir at Manchester United í dag tapti á Old Trafford

Mynd: (Polfoto)

Manchester United tapti í dag 1-0 fyri Southampton á Old Trafford. Týdningarmikið sigurin á Liverpool tykist longu gloymdur, tí nú er aftur trýst á Louis van Gaal, venjara hjá Manchester United.

 

Einsamalla málið skoraði í dystinum skoraði Charlie Austin, sum Southampton keypti fyri kortum. Viðhaldsfólkini hjá Manchester United vístu eisini sína ónøgd, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

 

Leicester vann 3-0 á Stoke, har Jamie Vardi millum annað aftur kom á máltalvuna. Leicester er aftur fyribils oddalið í Premier League. Tottenham vann týdningarmiklan útidyst á Crystal Palace, eftir at heimaliðið kom á odda 1-0. Úrslitið bleiv 3-1, og Tottenham heldur enn fast í týdningarmikla fjórða plássinum.

 

Premier League 23. umfar:

Norwich – Liverpool 4-5

Crystal Palace – Tottenham 1-3

Leicester – Stoke 3-0

Manchester United – Southampton 0-1

Sunderland – Bournemouth 1-1

Watford – Newcastle 2-1

WBA – Aston Villa 0-0

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)