United fær sama fall sum Liverpool

Alan Hansen spáar, at Manchester United fær sama niðurtúr, sum Liverpool fekk í 1990

Fyrrverandi stórspælarin hjá Liverpool FC, Alan Hansen, sum í dag er meira kendur, sum viðmerkjari hjá bretska sjónvarpinum, BBC hevur ikki blíð framtíðarútlit at bera enska meistaraliðnum, Manchester United.

 

 

Sambært Alan Hansen, so eru fleiri líkheitir millum liðið hjá Liverpool, sum vann seinasta meistaraheiti hjá Liverpool í 1990, og liðið hjá Manchester United, sum vann enska meistaraheiti farna kappingarár.

 

 

Aftaná 1990 følnaði Liverpool tí teir ikki megnaðu at fáa nóg góðar spælarar til felagið, sambært Alan Hansen. Alan Hansen staðfestir, at Manchester United ikki megnaði at fáa nakrar góðar spælarar til felagið í summar. -  Marouane Fellaini er ein góður spælari, men ikki tað, sum Manchester United hevur brúk fyri nú, skrivar Alan Hansen í einari klummu í tí kenda enska blaðnum The Telegraph.

 

 

Alan Hansen staðfestir eisini, at Alex Ferguson-effektin kann heldur ikki undirmetast. - Aftaná tapið ímóti West Bromwich Albion hevði Alex Ferguson spýtt blóð, og hann hevði bankað inn í spælararnar: "Vit eru Manchester United. Vit eru komnir aftur fyrr, og vit fara aftur at koma aftur!". Hetta megnar David Moyes, núverandi høvuðsvenjarin ikki í sama mun, staðfestir Alan Hansen.