Didier Drogba, sum skoraði tvey mál í hálvfinaluni móti Liverpool, sigur heldur óvæntað, at Manchester United eru favorittar undan Champions League-finaluni í Moskva. – United hava eitt fantastiskt lið. Helst tað besta í Onglandi. Men vit duga eisini bæði eitt og annað, og sigurin hjá okkum vikuskiftið gevur okkum eisini sjálvsálit undan stóru uppgávuni, sigur Drogba við ensku miðlarnar.